Leys størv
Ert tú okkara nýggji Business Central KT-supportari?
Hevur tú innlit í fíggjarstýring og dámar tær at hjálpa kundum at loysa avbjóðingar? Hevur tú áhuga fyri Business Central og kundatænastu? So hava vit eitt spennandi starv til tín.
Hjá Formula arbeiða vit hvønn dag fyri at veita okkara kundum góða support og ráðgeving innan Microsoft Dynamics 365 Business Central. Málið er, at kundarnir fáa skjóta, góða og fakliga sterka hjálp, so teir kunnu arbeiða trygt og effektivt við sínum skipanum.
Vit uppliva vaksandi eftirspurning eftir okkara supporttænastum og leita tí eftir einum supportara, sum hevur hug at gerast partur av okkara dugnaliga ERP-toymi.
Starvið
Sum BC supportari verður tú ein týðandi partur av okkara supporttoymi. Tú fert dagliga at samskifta við kundar, hjálpa teimum við spurningum, loysa avbjóðingar og vegleiða teimum í Business Central.
Tú arbeiðir tætt saman við ráðgevum og mennarum, tá meira kompleksar uppgávur krevja samstarv tvørtur um toymið. Samstundis fert tú at vera við til at tryggja eina góða uppliving hjá kundunum, har dygd, skjót viðgerð og gott samskifti eru í hásæti.
Tú verður partur av einum sterkum ERP-toymi við supportarum, ráðgevum, mennarum og verkætlanarleiðara. Her fært tú góðar møguleikar at menna tínar fakligu førleikar og arbeiða við nýggjastu Business Central-loysnunum.
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týdningarmiklir og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og trívist við at hjálpa øðrum. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur gott yvirlit og dugir at raðfesta uppgávur, eisini tá nógv hendir samstundis.
Tú fært eina góða innleiðing í starvið og neyðugu upplæringina í okkara arbeiðshættum og í Business Central. Vit vænta ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi – tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra, hevur góðan tænastuhugburð og ynskir at menna teg innan ERP og Business Central.
Tínar høvuðsuppgávur verða
Dagligt samskifti við okkara kundar
Viðgerð av supportfyrispurningum og feilfinning
Vegleiðing og ráðgeving í Business Central
Hjálpa kundum at brúka skipanina á besta hátt
Samstarv við ráðgevar og mennarar um meira kompleksar uppgávur
Skráseting og uppfylging av supportmálum
Luttøka í menning av okkara supporttilgongd og vitanargrunni
Vit vænta, at tú
Hevur góðar KT-førleikar og áhuga fyri at arbeiða við Business Central og øðrum talgildum loysnum
Hevur royndir frá einum support- ella kundatænastustarvi (ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
Hevur fíggjarligt ella handilsligt innlit, so tú skilir arbeiðsgongdir hjá kundunum (ein fyrimunur)
Dugir at greina trupulleikar og arbeiða skipað fram ímóti einari loysn
Ert tænastusinnað/ur og trívist við at hjálpa kundum
Hevur góð samskiftisevnir, bæði munnliga og skrivliga
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í einum toymi
Dugir at raðfesta uppgávur og varðveita yvirlitið, eisini tá nógv hendir samstundis
Hevur hug at læra nýggjar skipanir og menna tínar fakligu førleikar
Vit bjóða
Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Innleiðing og upplæring í Business Central
Eitt sterkt fakligt umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag
Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi
Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi
Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 12 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. august 2026.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Boga P. Niclasen, toymisleiðara, á telefon 244194.
Stutt um Formula
Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.
Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.
Ert tú okkara nýggji ráðgevi til fíggjarloysnir?
Hevur tú gott innlit í fíggjarstýringsarbeiði og áhuga fyri KT? So kunnu vit bjóða eitt spennandi starv, ið bæði er avbjóðandi og mennandi.
Hjá Formula stremba vit eftir at veita kundunum Business Central-loysnir á høgum støði. Málið er, at okkara veitingar í mest møguligan mun eru við til at betra arbeiðsgongdir og gera tær meiri sjálvvirknar, so kundin á tann hátt gerst effektivari. Vit merkja øktan eftirspurning eftir okkara tænastum og hava vit tí brúk fyri ráðgevum, ið kunnu virka sum bindilið millum kundarnar og tøknina.
Starvið
Sum ráðgevi fært tú ein týðandi leiklut í at greina, sniðgeva og seta í verk nýggjar loysnir, sum hjálpa okkara kundum við at røkka teirra málum. Tú fert at samstarva tætt við kundar, verkætlanarleiðara og mennarar.
Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, ráðgevum og verkætlanarleiðara. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og dugir at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.
Tú fært eina skipaða innleiðing í starvið og neyðuga undirvísing í Business Central. Vit vænta ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi – tað týdningarmesta er, at tú hevur innlit í fíggjarlig viðurskifti, dugir at samskifta og hevur hug at menna teg innan ERP-loysnir og talgilding.
Tínar høvuðsuppgávur verða
· Dagligt samskifti við okkara kundar
· Greining av arbeiðsgongdum og tørvum hjá kundum
· Íverksetan av Business Central-loysnum
· Stuðul og upplæring av kundum
· Luttøka í verkætlanararbeiði og samstarvi tvørtur um toymi
Vit vænta, at tú
· Hevur gott fíggjarligt/handilsligt innlit, so tú skilir kunda. Hettar kann vera bókhald, granskoðan o.s.fr. (krav)
· Hevur royndir við Business Central/Dynamics
· Ert sjálvstøðug/ur og ágrýtin
· Hevur góð samstarvsevnir og ert góður liðspælari
· Ert skipað/ur og hevur gott yvirlit
· Hevur góð samskiftisevnir
Vit bjóða
· Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
· Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
· Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
· Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi
Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi
Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 12 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 12. august 2026. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Boga P. Niclasen, toymisleiðara, á telefon 244194.
Stutt um Formula
Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.
Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.
Ynskir tú at royna tað ástøðiliga í verki? Vit á Formula bjóða lesandi møguleikaneitt at gerast partur av einum framfýsnari KT-fyritøku, har tú fært veruligar uppgávur og veruliga ábyrgd.
Hvat bjóða vit tær?
Eitt praktiskt læruumhvørvi, har tú fært møguleika at brúka tína ástøðiliga vitan í veruligum verkætlanum innan ritbúnaðarmenning og/ella KT-infrakervi
Góða vegleiðing frá royndum starvsfeløgum, sum vilja síggja teg eydnast
Veruligar avbjóðingar og uppgávur, sum geva tær førleikar, tú kanst taka við tær víðari í lesnaðinum og arbeiðslívinum
Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og einari sterkari læringsmentan, har tín rødd og títt íkast verður virðismett
Hvat vænta vit av tær?
At tú ert lesandi innan eitt viðkomandi øki sum KT, verkfrøði ella líknandi
At tú hevur eitt huga og ágrýtni at læra og at royna teg
At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymum
Hví søkja?
Hetta er tín møguleiki at gerast partur av einum innovativum og lívligum arbeiðsplássi, har vit vilja hjálpa tær at mennast sum fakfólk. Tú kemur ikki bert at læra – tú kemur eisini at gera mun!
Ert tú klár/ur at taka av avbjóðingini? So send okkum tína umsókn og eitt CV við prógvum og støðumetum. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Formula – vit menna loysnir, mennandi starvsfólk og framtíðar møguleikar.
Formula hevur javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum.
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú vilt arbeiða á Formula.
Send okkum umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi prógv, so hoyrir tú aftur frá okkum.
Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.