Leys størv
Ert tú okkara nýggi ráðgevi til fíggjarloysnir?
Hevur tú innlit ífíggjarstýringsarbeiði og áhuga fyri KT? So kunnu vit bjóða eitt spennandi starv, ið bæði er avbjóðandi og mennandi.
Hjá Formula stremba vit eftir at veita kundunum Business Central-loysnir á høgum støði. Málið er, at okkara veitingar í mest møguligan mun eru við til at betra arbeiðsgongdir og gera tær meiri sjálvvirknar, so kundin á tann hátt gerst effektivari. Vit merkja øktan eftirspurning eftir okkara tænastum og hava vit tí brúk fyri ráðgevum, ið kunnu virka sum bindilið millum kundarnar og tøknina.
Starvið
Sum ráðgevi fært tú ein týðandi leiklut í at greina, sniðgeva og seta í verk nýggjar loysnir, sum hjálpa okkara kundum við at røkka teirra málum. Tú fert at samstarva tætt við kundar, verkætlanarleiðara og mennarar.
Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, ráðgevum og verkætlanarleiðara. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og dugir at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.
Tú fært eina skipaða innleiðing í starvið og neyðuga undirvísing í Business Central. Vit vænta ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi – tað týdningarmesta er, at tú hevur innlit í fíggjarlig viðurskifti, dugir at samskifta og hevur hug at menna teg innan ERP-loysnir og talgilding.
Tínar høvuðsuppgávur verða
· Dagligt samskifti við okkara kundar
· Greining av arbeiðsgongdum og tørvum hjá kundum
· Íverksetan av Business Central-loysnum
· Stuðul og upplæring av kundum
· Luttøka í verkætlanararbeiði og samstarvi tvørtur um toymi
Vit vænta, at tú
· Hevur fíggjarligt/handilsligt innlit, so tú skilir kundan (kann vera bókhald, søla o.s.fr.)
· Hevur royndir við Business Central/Dynamics NAV (fyrimunur, men ikki krav)
· Ert sjálvstøðug/ur og ágrýtin
· Hevur góð samstarvsevnir og ert góður liðspælari
· Ert skipað/ur og hevur gott yvirlit
· Hevur góð samskiftisevnir
Vit bjóða
· Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
· Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
· Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
· Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi
Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi
Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 12 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. juni 2026. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Boga P. Niclasen, toymisleiðara, á telefon 244194.
Stutt um Formula
Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.
Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.
Hevur tú áhuga fyri KT og nettrygd, og vilt tú læra at verja føroyskar fyritøkur móti nethóttanum? So kanst tú koma í læru hjá okkum sum dátutøkningur við sergrein innan nettrygd.
STARVIÐ
Sum lærlingur hjá Formula verður tú partur av okkara trygdartoymi og arbeiðir saman við royndum KT-serfrøðingum innan m.a. net, cloud og trygd. Tú fert at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, har vit leggja dent á fyribyrgjandi KT-trygd og arbeiða miðvíst við at eygleiða, greina og handfara hóttanir, áðrenn tær gerast ein trupulleiki.
Tú fært eina læruríka útbúgving, har tú bæði arbeiðir praktiskt og fært ástøðiliga vitan á skúla. Stig fyri stig mennir tú teg innan nettrygd – serliga innan logging, monitoring og arbeiði við at eygleiða, greina og handfara trygdarhendingar. Samstundis fært tú innlit í leiklutir sum SOC-analytikari, threat hunter og incident responder.
Útbúgvingin tekur 5 ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark.
TÍNAR UPPGÁVUR
Sum lærlingur fert tú at arbeiða við:
• Eftirlit við loggum og trygdarhendingum
• Hjálpa til við uppsetan og viðlíkahaldi av trygdarloysnum
• Greina og skilja møguligar nethóttanir
• Hjálpa til við dagligum rakstri og support
• Læra at arbeiða skipað við KT-trygd hjá kundum
TÍNIR FØRLEIKAR
Vit vænta, at tú:
• hevur áhuga fyri KT – og serliga nettrygd
• hevur hug at loysa trupulleikar og greina støður
• er forvitin og vil skilja hví ting virka – ikki bara hvussu
• arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
• dugir at samskifta við bæði kundar og starvsfelagar
• hevur áhuga fyri hvussu netálop virka, og hvussu tey kunnu fyribyrgjast og steðgast
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi sum teir fakligu. Vit leggja tí dent á, at tú ert fyrikomandi, dugir væl at samstarva og veitst, nær tú hevur tørv á sparring ella hjálp.
Setan er treytað av, at tú kanst leggja fram reina revsiváttan.
STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI
Á Formula leggja vit dent á kundanøgdsemi og munagóðar loysnir. Fyri at røkka hesum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum sterkum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú ert best til.
Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá kommunum, almennum stovnum og privatum fyritøkum kring alt landið. Harumframt veita vit hýsingartænastur og cloud-loysnir til hesar kundar.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.
UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skal sendast okkum á hesi linkju í seinasta lagi sunnudagin 28. juni 2026. Vit viðgera innkomnar umsóknir leypandi. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðara á tlf. 244136 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tlf. 244145.
Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar er veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.
Okkara trygdartoymi er í stórari menning og vit ynskja tí ein viðleikara avtrat. Um hetta hevur tín áhuga vóna vit at hoyra frá tær.
TIL TANN FORVITNA UMSØKJARAN
Niðanfyri er ein lítil avbjóðing:
5532747961585a6849434a465a3264715957746861324569494f30675a57356b5957353162534268646942316258507a61323570626d6b75
Ynskir tú at royna tað ástøðiliga í verki? Vit á Formula bjóða lesandi møguleikaneitt at gerast partur av einum framfýsnari KT-fyritøku, har tú fært veruligar uppgávur og veruliga ábyrgd.
Hvat bjóða vit tær?
Eitt praktiskt læruumhvørvi, har tú fært møguleika at brúka tína ástøðiliga vitan í veruligum verkætlanum innan ritbúnaðarmenning og/ella KT-infrakervi
Góða vegleiðing frá royndum starvsfeløgum, sum vilja síggja teg eydnast
Veruligar avbjóðingar og uppgávur, sum geva tær førleikar, tú kanst taka við tær víðari í lesnaðinum og arbeiðslívinum
Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og einari sterkari læringsmentan, har tín rødd og títt íkast verður virðismett
Hvat vænta vit av tær?
At tú ert lesandi innan eitt viðkomandi øki sum KT, verkfrøði ella líknandi
At tú hevur eitt huga og ágrýtni at læra og at royna teg
At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymum
Hví søkja?
Hetta er tín møguleiki at gerast partur av einum innovativum og lívligum arbeiðsplássi, har vit vilja hjálpa tær at mennast sum fakfólk. Tú kemur ikki bert at læra – tú kemur eisini at gera mun!
Ert tú klár/ur at taka av avbjóðingini? So send okkum tína umsókn og eitt CV við prógvum og støðumetum. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Formula – vit menna loysnir, mennandi starvsfólk og framtíðar møguleikar.
Formula hevur javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum.
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú vilt arbeiða á Formula.
Send okkum umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi prógv, so hoyrir tú aftur frá okkum.
Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.