Leys størv
Er tú okkara nýggi Business Central ráðgevi?
Hevur tú eina fatan av fíggjarstýringsarbeiði og áhuga fyri KT-skipanum? So kunnu vit møguliga bjóða tær eitt arbeiði, ið bæði er avbjóðandi og mennandi har tú kemur at ráðgeva fyritøkum í teirra arbeiði við Business Central.
Hjá Formula stremba vit eftir at veita kundunum Business Central loysnir á høgum støði. Málið er, at okkara veitingar í mest møguligan mun eru við til at betra arbeiðsgongdir og gera tær meiri sjálvvirknar, so kundin á tann hátt gerst effektivari. Vit merkja øktan eftirspurning eftir okkara tænastum og hava vit tí brúk fyri ráðgeva, ið kann virka sum bindilið millum kundarnar og tøknina.
Starvið
Sum ráðgevi fært tú ein týðandi leiklut í at greina, sniðgeva og seta í verk nýggjar loysnir, sum hjálpa okkara kundum við at røkka teirra málum. Tú fert at samstarva tætt við kundar, verkætlanarleiðarar, sniðgevarar og mennarar.
Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, sniðgevum, ráðgevum og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og dugir at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti at heildini.
Tú fært eina skipaða innleiðing í starvið og neyðuga undirvísing í Business Central. Vit vænta ikki, at tú kanst alt frá fyrsta degi – tað týdningarmesta er, at tú hevur fatan av fíggjarligum samanhangum, dugir at samskifta og hevur hug at menna teg innan ERP-loysnir og talgilding.
Tínar høvuðsuppgávur verða
· Dagligt samskifti við okkara kundar
· Greining av arbeiðsgongdum og tørvum hjá kundum
· Íverksetan av Business Central-loysnum
· Stuðul og upplæring av kundum
· Luttøka í verkætlanararbeiði og samstarv tvørtur um toymi
Vit vænta, at tú
· Hevur fíggjarligt/handisligt innlit, so tú skilir kundan
· Hevur royndir við Business Central/Dynamics NAV (fyrimunur, men ikki krav)
· Ert sjálvstøðug/ur og ágrýtin
· Hevur góð samstarvsevnir og ert góður liðspælari
· Ert skipað/ur og hevur gott yvirlit
· Hevur góð samskiftisevnir
Vit bjóða
· Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
· Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
· Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
· Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi
Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi
Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 12 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2026. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Boga P. Niclasen, toymisleiðara, á telefon 244194.
Stutt um Formula
Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.
Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.
Logistikklærlingur
Ynskir tú at luttaka í menningini av Føroya størstu KT fyritøku, soleiðis at vit koma enn longur fram á leið, er tað tær vit leita eftir. Vit leita eftir einum eldhugaðum lærlingi til dugnaliga toymið á Formula, sum verður við til at skipa og menna logistikkin í fyritøkuni.
Vit bjóða
· eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss.
· eitt arbeiðspláss har trivnaður og felagsskapur er í hásæti.
· at tú lærir at samskifta við kundar, veitarar, myndugleikar og samstarvsfelagar.
· eina útbúgving, sum gevur tær grundleggjandi vitan um logistikk, búskap og goymslu. Tú lærir alt um logistikk, goymslustýring og viðkomandi fyrisiting í hesum sambandi.
· Læru og arbeiði við nógvum ymiskum KT-skipanum.
· at tú við hesum fært tær ein góðan pall at standa á framyvir, hvar tað skal vera.
Vit vænta at tú
· ert fyrikomandi, ágrýtin, ábyrgdarfull/ur og røkin
· hevur hug til logistikk og goymslu
· vilt mennast og tekur ábyrgd av tíni útbúgving
Útbúgving og starvsstaður
· Útbúgvingarlongd við FHS: 2 ár
· Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár
· Útbúgvingarlongd við aðrari miðnámsbreyt: 2 ár og og 5 vikur online skeið
Vit ynskja, at tú í minsta lagi hevur FHS. Starvsstaður er á Óðinshædd 2 í Havn, og skúlagongdin er í Danmark.
Meiri kunning um hesi viðurskifti eru at finna á hesum leinki: Logistikkatstøðingur
Umsókn
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. mars 2026 kl. 24:00, og skal innihalda prógv og onnur viðkomandi skjøl.
Trýst á "Søk nú" knøttin fyri at byrja.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Formula
Formula er fremsti heildarveitari av KT til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar eru veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir i Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.
Ynskir tú at royna tað ástøðiliga í verki? Vit á Formula bjóða lesandi møguleikaneitt at gerast partur av einum framfýsnari KT-fyritøku, har tú fært veruligar uppgávur og veruliga ábyrgd.
Hvat bjóða vit tær?
Eitt praktiskt læruumhvørvi, har tú fært møguleika at brúka tína ástøðiliga vitan í veruligum verkætlanum innan ritbúnaðarmenning og/ella KT-infrakervi
Góða vegleiðing frá royndum starvsfeløgum, sum vilja síggja teg eydnast
Veruligar avbjóðingar og uppgávur, sum geva tær førleikar, tú kanst taka við tær víðari í lesnaðinum og arbeiðslívinum
Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og einari sterkari læringsmentan, har tín rødd og títt íkast verður virðismett
Hvat vænta vit av tær?
At tú ert lesandi innan eitt viðkomandi øki sum KT, verkfrøði ella líknandi
At tú hevur eitt huga og ágrýtni at læra og at royna teg
At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymum
Hví søkja?
Hetta er tín møguleiki at gerast partur av einum innovativum og lívligum arbeiðsplássi, har vit vilja hjálpa tær at mennast sum fakfólk. Tú kemur ikki bert at læra – tú kemur eisini at gera mun!
Ert tú klár/ur at taka av avbjóðingini? So send okkum tína umsókn og eitt CV við prógvum og støðumetum. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Formula – vit menna loysnir, mennandi starvsfólk og framtíðar møguleikar.
Formula hevur javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum.
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú vilt arbeiða á Formula.
Send okkum umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi prógv, so hoyrir tú aftur frá okkum.
Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.