fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Logistikklærlingur

Logistikklærlingur

Ynskir tú at luttaka í menningini av Føroya størstu KT fyritøku, soleiðis at vit koma enn longur fram á leið, er tað tær vit leita eftir. Vit leita eftir einum eldhugaðum lærlingi til dugnaliga toymið á Formula, sum verður við til at skipa og menna logistikkin í fyritøkuni.

Vit bjóða

·         eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss.

·         eitt arbeiðspláss har trivnaður og felagsskapur er í hásæti.

·         at tú lærir at samskifta við kundar, veitarar, myndugleikar og samstarvsfelagar.

·         eina útbúgving, sum gevur tær grundleggjandi vitan um logistikk, búskap og goymslu. Tú lærir alt um logistikk,  goymslustýring og viðkomandi fyrisiting í hesum sambandi.

·         Læru og arbeiði við nógvum ymiskum KT-skipanum.

·         at tú við hesum fært tær ein góðan pall at standa á framyvir, hvar tað skal vera.

 

Vit vænta at tú

·         ert fyrikomandi, ágrýtin, ábyrgdarfull/ur og røkin

·         hevur hug til logistikk og goymslu

·         vilt mennast og tekur ábyrgd av tíni útbúgving

 

Útbúgving og starvsstaður

·         Útbúgvingarlongd við FHS: 2 ár

·         Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár

·         Útbúgvingarlongd við aðrari miðnámsbreyt: 2 ár og  og 5 vikur online skeið

 

Vit ynskja, at tú í minsta lagi hevur FHS. Starvsstaður er á Óðinshædd 2 í Havn, og skúlagongdin er í Danmark.

Meiri kunning um hesi viðurskifti eru at finna á hesum leinki: Logistikkatstøðingur

 

Umsókn

Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. mars 2026 kl. 24:00, og skal innihalda prógv og onnur viðkomandi skjøl.

Trýst á "Søk nú" knøttin fyri at byrja.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Formula

Formula er fremsti heildarveitari av KT til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar eru veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir i Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

 

 

 

Lagt út tann
29. jan. 2026
Starv
Logistikklærlingur
Starvsheiti
Logistikklærlingur
Virki
Formula
Deild
Umsiting
Umsóknarfreist
01. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor